140x140

Um kortlegging

Øll størri kortlegging verður í dag gjørd eftir flogmyndum, eisini nevnd fotogrammetrisk kortlegging.

Flogmyndir verða tiknar við serútgjørdum flogførum. Í flogfarinum er eitt stórt myndatól og ígjøgnum eina lúka í botninum verða myndir tiknar.

Flogfar brúkt til fotografering

Flogmyndir verða tiknar soleiðis, at myndirnar umskarast við umleið 60 %. Tá myndirnar síðani verða settar í eitt úttekningartól, ber til at síggja hesar í stereo, tvs. sum 3d-myndir.

 

Matrikulstovan fekk sítt fyrsta úttekningartól í febr. 1985 (Zeiss - Planicomp C130) og hevur síðani tá gjørt øll teknisk grundkort í landinum.

Í jan. 2003 fekk Matrikulstovan eitt nýtt framkomið úttekningartól (Z/I Imaging - ImageStation2002). Í tólinum verða digitalar myndir brúktar og hvør mynd fyllir umleið 200 Mb. Tá 2 myndir eru í tólinum, ber til við serligum brillum, at síggja hesar stereoskopiskt.

Tólið verður brúkt til at gera bæði tekniskt grundkort við hæddarkurvum og myndakort (ortofoto).

Úttekningartól ImageStation 2002

 

Vilt tú vita meira, so send ein teldupost til Stein Fossá á Umhvørvisstovuni - SteinF@us.fo.

Um kortlegging